3 ráð til nýggjar mammur - Bjørk Tyril

21. jul. 2022 | Bloggur

Í dag er tað Bjørk Tyril sum fer at deila 3 ráð til okkum. Hon er mamma til ein.

1. Fyrireika teg, sinn og skinn.

Les um, hvussu tú andar og slappar av gjøgnum ein verk. Les um, hvussu tú leggur barnið til, um at fáa mjólkina at seta til og um fyrimunir og vansar við súgvibrikki, suttu og fløsku.
Halt kroppin so sunnan og sterkan sum gjørligt – gang, ven kokubotnin og ger venjingar, sum eru tryggar hjá barnakonum.

2. Tú hevur tíð at broyta umstöðurnar.

Um umstøðurnar ikki eru tær bestu, t.d. um íbúðin/húsini eru ov lítil ella tað ikki stendur so væl til fíggjarliga, so hevur tú einar átta mánaðar at broyta umstøðurnar og finna loysnir/hjálp!

3. Tíðin er vinur tín.

Tað er ikki sikkurt, tú orkar at ganga ella bera bilstólin beinanvegin. Tað er ikki sikkurt bróstagevingin riggar beinanvegin. Men tak tað bara róligt. Ger tað, sum tú fært og orkar hvønn dag, og so kemur tað nokk.
Tað tók tríggjar mánaðar, áðrenn eg fekk vant og gingið uttan pínu. Og tað tók fýra mánaðar, áðrenn sonurin tók bróstið! Ikki missa mótið.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.