
Góðan mammudag - Dina Jensdóttir Norðberg
8. mai. 2022 | BloggurTil allar kvinnur hjá Dynamit – ein so rørandi sangur um mammur og døtrar og hvønn mun vit gera við bara at vera um okkara kæru ❤️
1. Tá eg var føddur, mamma var glað
ongantíð fór hon frá mær
eg nærkeika fekk, mussar og klemm
graaaaaaat eg, so var mamma hjá mær
Niðurlag: Og kossar eg fekk í túsundatal
kærleika, smíl og góð minnir
takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur
2. Tá eg var lítil, tá var tað gott
at detta inn á gólvið hja ommu
hon gav mær bollar, kakur og théeeeeee
søgur og okkurt bommið
3. Tá eg bleiv 18 og verðin var mín
tá møtti eg vakrasti kvnnu
hetta er makin, hugsaði eg
neyvan eg fittari finni
4. Tann fagrasta gáva, sum givin er mær
fekk eg tá eg var tjúgu
tá kom ein genta í henda heim
borðin av mínari frúu
5. Eg bleiv so eldri og nærkaðist trýssjjjjj
Gráur og tunnur um vangan
Tá kom ein genta yvir til mín“
kom abbi og didda at ganga”
6. Nú eri eg gamal Fimm og fýrs árrrrr,
eg orki ei meira at sjabba
sjálvt um ein genta hálar í meg
kallar meg sín langa abba
7. Eg inn leggi árar, hetta var tað
skjótt er mítt tímaglas runnið
men áðrenn eg fari burtur her frá
skal ljóða av mínum munni
