3 RÁÐ TIL MAMMUNA, IÐ HEVUR MIST BARN SÍTT - Durita Skoradal Hansen

5. jul. 2022 | Bloggur

Uppslagið í dag hevur Durita Skoradal Hansen skrivað. Hon er mamma til tvey – eitt einglabarn og eina diddu. Durita gevur ráð og greiðir frá, hvussu tað var hjá henni at missa sítt fyrsta barn.
Hetta er ein bloggur, ið allar mammur hava gott av at lesa. Kanska vit hava mist ella kenna onkran, sum hevur mist, og er í hesi støðu. ❤️ Hon skrivar soleiðis…✍️

☝️ 1. SYRG Á TÍN EGNA HÁTT

Tá ið ein hevur mist sítt barn, er tað ymiskt hvat ein hevur tørv á. Summi hava brúk fyri, at hava fólk rundan um seg, og onnur hava brúk fyri at vera einsamøll. Sjálv hevði eg brúk fyri eini pausu frá allari stórari sosialari samveru, og var mest saman við mínum allar nærmastu. Hetta var tað, ið var tað besta fyri meg. Eg føldi at saman við mínum nærmastu kundi eg vera í sorgini, og noyddist ikki at fjala hana burtur.

✌️ 2. TOSA UM TÍTT DEYÐA BARN, tá tú hevur tørv á tí

Tað, ið flestu mammur tosa mest um, er teirra børn. Hetta er sjálvsagt tí, at tey eru tað týdningarmesta í gerandisdegnum. Okkara einglabørn fylla eisini sera nógv í okkara hjørtum og tonkum, og tí skulu vit tosa um tey, tá ið vit hava tørv á tí. Sjálv føli eg tað ógvuliga natúrligt, at tosa um Lilju, tí hon er jú mín dóttir, og eg kundi ikki ímyndað mær at tagt hana burtur.

☝️✌️ 3. TAÐ ER Í ORDAN AT HALDA SEG BURTUR FRÁ ØÐRUM BØRNUM OG BARNAKONUM

Tá ið eg sá aðrar kvinnur, ið vóru við barn, ella pinkubørn, gjørdist eg kedd, tí hetta minti meg á tað, eg hevði mist. Tað er heilt í ordan, at halda seg burtur frá hesum, eftir at man hevur mist, og at siga fólkunum rundan um ein, hvussu man hevur tað við hetta.

———-

Hevur tú brúk fyri hjálp ella at snakkað við onkran, so ert tú vælkomin at ringja til okkum. Tlf.661700. Telefonlinjan er opin mánadag til hósdag kl.19-22

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.