
Allar mammur stríðast til tíðir - Dina Jensdóttir Norðberg
18. apr. 2022 | BloggurGóða mamma,
Minst til, at spurningurin er ikki um vit stríðast ella ikki. Allar mammur stríðast til tíðir, og hvørt tíðarskeið við børnunum hevur sínar gleðir, men eisini sínar avbjóðingar. – Tað er eitt stríð, nevniliga tí, vit mammur velja ikki at geva upp í stríðnum 💛
Minst til, at tað er í lagi at biðja um hjálp. Tað er í lagi ikki at klára alt einsamøll, og tað er í lagi ikki at strekka til alt. Vit forstýra ikki vinir og familju, tá vit ringja til tey og spyrja um tey kunnu fara ein trillitúr, meðan vit fara í brús. Ella um tey kunnu hjálpa okkum við vaskiklæðum ella øðrum. Fleiri, vinir og familja, vilja gjarna hjálpa. Tey gleðast serliga aftaná, at tey hava kunna hjálpt tær. – Tað er í lagi at siga, ja, til hjálp😊❤️
———-
Um tú kennir teg einsamallan og ikki følir, at tú hevur nakran at biðja um hjálp. So ring til Mammuhjálpina tlf.661700 í dag frá kl.19-22. Vit hava fleiri frívillig fólk, sum fegin vilja práta við teg og vera ein hjálpandi hond fyri teg. Tað verið lítil ella stór ting – vit vilja fegin hjálpa tær. 💛
